Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Eliassen um lívið á bygd og í býi

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 5. september klokkan 15 byrja hugnaløturnar aftur í Christianskirkjun

 

Hugnaløta er vanliga fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði frá september og fram til páskir ella so. Hesaferð er gesturin Eyðun Eliassen. Eyðun er úr Mikladali, men býr á Trøllanesi, har hann er bóndi.

Hvønn sunnu- og halgidagsmorgun lesur Eyðun í Mikladals kirkju, har hann er deknur, eins og pápin og abbin vóru í mong ár.

Eyðun fer at hugleiða um lívið á bygd og í býi. Hann er góður eygleiðari, dugir væl at síggja samanhangir, munir og broytingar í samfelagnum – og dugir væl at taka til.

Á hugnaløtuni fáa vit eisini ein góðan drekkamunn, syngja nakrar sálmar saman, og prestur endar við stuttari andakt.

Øll eru hjartaliga vælkomin!