Allarhelst Føroya stórsta hittmaskina á allarhelst Føroya vakrasta festivali!
Nógv størri verður sangløtan ikki, tá ið Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Kim Hansen, sum teljast millum Føroya allarbestu tónleikarar, trína á pallin 31. aug. 2024 á Viðareiði.
Um tú vilt tryggja tær atgongumerki til ein feitan dag undir stórsligum umstøðum, áðrenn prísurin hækkar 23. des., er at gera skjótt av.
Keyp tíni atgongumerki her: https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/2346743/order/info
Talan er absolutt eisini um eitt gott jólagávuhugskot!
Eisini ber til at keypa atgongumerki til camping og tjalding nú, tí seinasta ár var útselt á campingøkinum og tað vænta vit aftur í ár, so ger skjótt av, um tú vilt tryggja sær pláss á campingøkinum!



