Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eyðun var væl nøgdur við seinna hálvleik

Jákup Ósá

Venjarin hjá Skála helt, at Skála í seinna hálvleiki vísti gott spæl í dagsins venjingardysti í Klaksvík móti KÍ, sum KÍ vann 2-1. KÍ førdi 2-0 í hálvleikinum.

– Tað byrjar ikki so væl hjá okkum. Vit fáa tvey hornaspørk ímóti okkum eina løtu í fyrra hálvleiki, og tá eru vit ikki ordiliga har, sum vit skulu vera. Vit arbeiða okkum upp í fyrra hálvleiki og tað blívur ein javnur dystur, men eg haldi, at KÍ er eitt sindur betri í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki koma vit ordiliga fyri okkum, og tá eru vit góðir. Tá skora vit, hava stórar mál møguleikar og kundu havt javnað, tá bólturin fór á stongina. Vit spældu mikudagin, so kanska hevði tað eina orsøk til at vit ikki ordiliga vóru klárir frá byrjan í dag, segði Eyðun Klakstein eftir dystin.