Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eystanstevnan sett fríggjadagin

Jóhann Lützen

Eystanstevnan verður sett fríggjardagin, 12. juni kl. 16.30 á litríka pallinum sunnanfyri býráðshúsið.

Setanin byrjar við at søldfirðingurin Hans Marius Ziska sjálvur annar kemur at syngja og spæla.

Heiðurin at seta Eystanstevnuna eigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum kemur at flyta fram røðu.

Trúðfasta hornorkestur okkara, Nes Sóknar Musikkfelag, kemur, sum so mangan áður, at seta sín háðtíðarliga dám á tiltakið.

Vit stroyma tiltakið á runavik.fo