Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eysturætt!!

Hanus Kjølbro

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu eysturættin er í Føroyum á høgum barometri. Mestsum helvt um helvt har tað annaðhvørt er av fagrasta veðri við sólskini og bláum himli – ella greytasvart, har tað ikki sæst ímillum hús.

Vindferðin er lítil, tað hava støðini so til felags.

Myndirnar er tiknar klokkan beint eftir klokkan 13 í dag í Havn (tann ovara) og í Mykineshólmi (tann niðara).

Luftin kemur úr einum hatrýsti yvir Norðurnorra og endar í einum lágttrýsti yvir Norðuratlantshavi. Á leiðini eru Føroyar – og so leingi hendan ættin er, fer veðrið at vera ymiskt.

Seint í kvøld fer ættin niður í landsynning. Vindferðin framvegis lítil – turt og skýggjað, men ikki júst líka sum í dag. Onkrasteðs fer at køva av, meðan aðrasteðs fer at klárna.

Í morgin er Jóansøka, og kappróður er í Vági. Ættin, meðan kappróðurin er og so at siga allan dagin, fer at liggja ímillum sunnan og landsynning-sunnan – turt og vindferðin undir 5 m/s. Hetta er gott róðrarveður, siga tey í róðrarfelagnum í Vági.   

Sunnunátt og -morgun er framvegis lítil vindur – bert eitt lot ella fleyr úr landsynningi. Okkurt ælið í støðum norðanfyri – í aðrar mátar turt.

Seinnapartin sunnudagin kunnu vit rokna við avfalli í eina løtu – regn ella sirm. Um kvøldið er aftur turt ella ælaveður.

Veðurlagið í næstu viku kann í stuttum sigast soleiðis, at ættin fer at liggja um sunnan alla vikuna, ongantíð nógvur vindur, úr 5 m/s onkran dagin upp í 12 m/s onkran annan dagin. Eitt sindur av avfalli mánadagin, men mestsum turt restina av vikuni.