Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fá pláss eru eftir á hesum skeiði v/Connie Nissen

Synergi

Skeið 3. september 2020 | í Smæruni, Tórshavn

Lær at skilja motivini handan atburðin og gerst enn betri til at stuðla børnunum

Vælkomin til eitt spennandi skeið við Connie Nissen, har vit bæði í teori og praksis koma inn á:

Kenslutillaging hjá børnum
Týdningin av tryggum felagsskapum
Theraplay ® og sansaintegratión (SI)

“Sera inspirerandi og livandi fyrilestrahaldari” 

 

Vit gjøgnumganga týdningin av tí góða samanspælinum, har greitt verður frá viðgerðarhátturinum Theraplay. Nógv dømi  um børn, sum eru trupul at skilja og sum geva orsøk til stúran, verða tikin við.

Luttakararnir fáa eina ítøkiliga fatan av hvussu ein gerandisdagur við fokus á:

samanspæl
sansamotoriskt virksemi
tann persónligi áhugin
kann gera ein jaligan mun í menningini hjá børnunum.

Vit koma inn á nógv ymisk uppskot til, hvussu og nær vaksin kunnu vera við til at skapa ta góða sambandið og taka ábyrgd fyri huglagnum og samanspælinum, sum er til frama fyri góðari menning.

Á skeiðinum fært tú eina grundvitan um Theraplay og vitan um hví sansaintegratión ofta er ávirkað neiligt, tá talan er um vantandi kensluliga menning.

Eftir skeiðið hevur tú fingið konkret amboð, sum tú kanst nýta tá tú kemur aftur til arbeiðis.

Amboðini hava fokus á:

Hvussu vit møta barninum
Hvat passalig stimulering er
Hvussu vit skapa eitt gott samanspæl
Hesi trý eru viðurskifti sum geva orku til heilan og nervalagið hjá børnum, og sum skapa góð líkindir fyri kropsligum friði og hugdýpan.

Les alt um skeiðið her: https://www.synergi.fo/skeid/sansaintegration-hja-bornum-2/

Ps. Synergi hevur havt samband við coronaráðgevingina og vit fylgja teirra tilmælum í sambandi við okkara skeið.