Í dag hevur ógvusliga veðrið rakt hart. Nógvir stórir skaðar eru hendir, fólk eru send frá húsi og heimi – og hjá fleiri kundi havt endað heilt galið. Sambært veðurforsøgnunum er vandin ikki av enn.
Slíkar ógvusligar hendingar, sum hendar eru í dag – og óvissan hesa komandi náttina – kunnu seta seg í sinnið og ávirka í langa tíð.
Betri Trygging veitir tí kundunum sálarfrøðiliga kreppuhjálp í kvøld 19.12.22.
Kundar hjá Betri Trygging kunnu ringja á tlf 548888, og so seta vit teg í samband við ein sálarfrøðing.
Sálarfrøðingurin svarar millum kl 21 og 23 í kvøld.



