Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fáa vit hvít jól í ár?

Hanus Kjølbro

Vit eru farin inn í jólavikuna, og tað er eitt sindur kaldari í morgun, enn tað var í síðstu viku. So er tað tað, hvussu kalt tað verður hesa vikuna, og hvussu tað er við kavaavfalli.

Í dag og í nátt fer hann at mala úr ymsum ættum, men fyrrapartin í morgin og restina av vikuni er høgætt við køldum ráki av luft til okkara av leiðunum kring Norðpólin. Hitalagið fer niður ímóti frostmarkinum – fer at liggja á 2-3 stigum týsdagin og restina av hesari vikuni og nakað inn í næstu viku.

So tað er í lagi við ættini og hitalagnum, um vit vilja hava hvít jól.

So er tað avfallið, tí kuldi einsamallur er ikki nóg mikið at fáa kava. Okkurt skal til, fyri at fáa guvuna í luftini at tætta til kava. Vanliga er tað eitt ella fleiri brúgvaløg, sum gera hetta, og her í Føroyum hava vit eisini fjøll, sum tvinga luftina uppeftir og gera hana kaldari.

Eitt brúgvalag við regni væntast í morgin, týsmorgun – men eftir at tað er farið framvið, væntast einki annað brúgvalag fyrr enn millum jól og nýggjár.

So eru tað fjøllini – hvat tey gera við luftina at fáa tað at kava. Tað verður hvítt í erva, og eitt sindur av kavaavfalli, har fjøll eru. Onkur spontant æl, kunnu vit eisini rokna við.

Samanumtikið fer at vera kalt á jólum í ár, fjøllini hvít og eisini hvítt nærindis tey høgu fjøllini – og so okkurt kavaæl afturat.

Harleywoodpaint