Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fakligur stjóri settur fyri Familjufyrisitingina

Tíðindaskriv

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tikið avgerð um at seta Monicu Hjelm Rasmussen í starvið sum fakligan stjóra fyri Familjufyrisitingina.

Monica Hjelm Rasmussen er 37 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 2001 og hevur drúgvar starvsroyndir á familjurættarliga økinum. Monica hevur 8 ára starvsroyndir frá Ríkisumboðnum fyrst sum fulltrúi og síðani sum serfrøðingur. Eisini hevur Monica ávís tíðarskeið havt fakligu ábyrgdina fyri familjurættarliga økinum á Ríkisumboðnum. Síðani juli 2017 hevur Monica Hjelm Rasmussen starvast sum løgfrøðingur í Heilsu- og innlendismálaráðnum, har hon hevur sitið við yvirtøkuni av familjurættarliga økinum umframt lóggávuni á økinum.

Í sambandi við, at málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur verður yvirtikið á Ólavsøku 2018, og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini, lýsti Heilsu- og innlendismálaráðið í februar 2018 eftir fakligum stjóra til Familjufyrisitingina. Seks umsóknir vóru til starvið.

Monica Hjelm Rasmussen byrjar í starvinum 15. apríl 2018.
 

Harleywoodpaint