Ågot er farin og Klakkur fer skjótt.
Frystilínuskipini gera seg í hesum døgum klár til at fara á Flemish Kap.
Talan er um felagskvotu á Flemish Kap og tí ræður um at vera klárur 1. januar ella skjótt aftaná tað, tá fiskiskapurin byrjar. Vanliga eru tað bara frystilínuskipini, sum velja at taka av møguleikanum at fara, tí ísfiskalínuskipini hava ikki møguleika at fáa nóg góða dygd á fiskinum, tí siglingstíðin er so long.
Fyrr í vikuni fór Ågot avstað og í morgin fer Klakkur væntandi avstað.



