Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Farnir uppum 3000 luttakarar

Ítróttur

Í morgun fór tilmeldingin til Royal Run í Klaksvík á Norðoyastevnu uppum 3000. Sostatt bendur nógv á, at talið fer uppum teir áleið 3200 luttakararnar, sum luttóku í tunnilsrenningini í 2006.

 

Leygardagin 1. juni 2019 rennur HKH Krúnprinsurin 10 km í Klaksvík. Hetta er í sambandi við Royal Run 2019, sum í ár verður skotið í gongd í Føroyum. Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Tí er talan um eitt tiltak fyri øll, óansæð um mann er royndur rennari ella um mann bara ynskir at ganga eina enska míl, sum svarar til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka saman við Krúnprinsinum.