Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Faroe Ship kunningarfund í Norðhavnini

Jóhann Lützen

Viðskiftafólk og samstarvsfelagar hjá Faroe Ship fingu eina áhugaverda framløgu um virksemið og tænastur hjá felagnum, afturvið einum lættari ábiti í snotuligu umstøðunum í Norðhavnini 6

 

Fróði Løkságarð, Manager Domestic Logistics and Chain Supply Solutions hjá Faroe Ship bjóðaði vælkomin og greiddi frá

Símun Gullaksen, Warehouse Manager greiddi frá umstøðunum og tænastunum í Norðhavnini. Hann gjørdi nógv burturúr at tosa um tænastuna har Faroe Ship bjóðar seg fram sum vøruhotel hjá fyritøkum, at hýsa bæði frystivørur og turrvørur. 

Símun Gullaksen vísti síðani øllum runt í bygninginum og hugnaligt prát var millum øll tey uppmøttu. 

Amarant hevði góðbitar og Føroya Bjór hevði leskandi. Vit fingu nakrar myndir