Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Faroe Ship: – Vit eru altíð við

Jóhann Lützen

Ein av teimum hugnaligastu básunum á Atlantic Fair er tann hjá Faroe Ship, ið stendur fyri “happy hour” á messuni. Sjóvinnumessan er fult á hædd við tær á europeiska meginlandinum, sigur Bogi Nielsen, ið umboðar Faroe Ship á messuni.

– “Vit hava altíð verið her”, er svarið, tá Bogi verður spurdur um, hví tey luttaka á messuni, og sigur víðari: “Vit halda at tað er ein fínur framsýningargluggi fyri bæði føroyskar fyritøkur og tær fremmandu fyritøkurnar, ið operera í Føroyum”.

Bogi Nielsen er júst heimkomin frá eini stórari altjóða vinnumessu har, so hann veit, hvat hann tosar um, tá ið hann sigur, at standardurin á Atlantic Fair er høgur, og at hendan messan avgjørt ikki stendur aftanfyri líknandi messur í stórbýunum longur suðuri í Europa.