Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Farsóttarnevndin: Corona-pass frá 15. november

Jóhann Lützen

Fyrst í Degi og viku í kvøld komu tey sorgarboð, at tann fjórði føroyingurin er andlátin við Coronu. Harumframt eru 10 ella 11 fólk innløgd á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi við Corona. Fútin var gestur í sendingini og gjørdi greitt, at frá 15. november skulu ferðandi vísa Corona-pass, tá tey koma til Føroya. Kunnu tey ikki tað, skulu tey kannast á staðnum.

Hetta merkir tó ikki, at øll skulu koppsetast. Møguleiki verður eisini fyri at skjalprógva, at tú hevur havt Corona, eins og tað eisini er gjørligt at framvísa eina negativa corona-kanning. Hendan skal í so fall ikki vera meira enn 72 tímar gomul, og hetta kemur í gildi frá fríggjadegnum 15. november og er galdandi fyri bæði kaiina í Havn, har Norröna leggur at, og fyri flogvøllin í Vágum.

Fútin greiddi frá, at um smittan skuldi haldast úr Føroyum, mugu teir føroyingar, ið ikki eru koppsettir, ikki hava verið sjúkir við Corona, ella ikki kundu vísa eina negativa test við komu, skulu kannast á staðnum. Hevur borgarin eitt Coronapass, er vandin minni, og tí kann ein við Coronapassi liva meira frítt enn ein, ið ikki hevur Coronapass.

Landsstýrið er framvegis á fundi, og ikki er greitt, hvat føroysku landsmyndugleikarnir siga til hetta, men fútin gjørdi greitt, at um tað ikki var fyri Corona-passið, so er neyðugt at lata samfelagið heilt aftur. Fútin vísti somuleiðis á grein í Epidemilógini, ið gav heimild at krevja coronapass.

Í Degi og viku kom eisini fram, at miðdepilin fyri Corona-útbrotinum hevur flutt seg úr Landnyrðingsføroyum og suður í miðstaðarøkið. Sum fylgja av hesum er m.a. Skúlin á Argjahamri afturlatin, og næmingarnir fáa undirvísing umvegis internetið. Men hesi tøl eru longu afturvíst, tí testir vóru ikki tiknir í Klaksvík í gjár og tølini vísa aftur at nógv smitta er í Klaksvík. Tað er framvegis millum tey ungu, har smittan fyrst og fremst herjar, og tá ið tað kemur til skúlar, er tað landslæknin, Undirvísingarstýrið og skúlaleiðslan, ið taka avgerðina í felag.

Meira verður uttan iva at frætta, tá ið Landsstýrið er liðugt at fundast.