Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Februar 2025

Veðurstova Føroya

Nú er februar 2025 farin um bak – hvussu royndist mánaðurin til veður?

Veðurkortið í februar

Fyrst í mánaðinum lá eitt sterkt hátrýstøki yvir meginlandinum í Evropa. Samstundis vóru fleiri lágtrýst í økinum sunnan fyri Grønland. Flestu lágtrýstini komu tó ongantíð til Føroya, men vóru trýst norðurum ímóti Íslandi. Hetta hevði við sær løtur við regni og ælaveðri frá brúgvaløgum, sum komu inn yvir okkum.

6. februar hevði hetta sterka hátrýstið flutt seg norðureftir og lagt trýst á tað lágtrýstøkið, sum lá beint vestan fyri Ísland. Hetta hevði við sær, at tað bleyv tætt ímillum isobarurnar yvir Føroyum, og vit høvdu eisini illveður hetta skiftið.

Eftir hetta fór tað sterka hátrýstið spakuliga víðari norðureftir, ímeðan lágtrýstini í Norðuratlantshavi fóru at førka seg longur suðureftir og standa í stað vestan fyri Bretland. Hetta hevði við sær eina løtu við eysturætt og turrum veðri um hálvan februar. Sum frá leið fór hetta rákið at hava við sær kaldari luft úr Skandinavia, og miðalhitin lá millum 3 og 5 stig hetta mundið.

Síðst í mánaðinum trekti hátrýstið seg aftur og fór eystureftir ímóti Russlandi. Nú fingu lágtrýstini pláss til at fara longur eystureftir ímóti Føroyum, og flestu av teimum tóku leiðina úr Norðuratlantshavinum í landnyrðing ímóti Arktis, haðani tey fóru fram við Føroyum so hvørt. Seinastu dagarnar í hesum mánaðinum hava eisini verið merktir av ruskveðri yvir Føroyum, har brúgvaløg og óstøðugt vindrák av útsynningi og vestri hava myndað løturnar.

 

Hvat vísa miðaltølini hjá okkum so fyri februar mánað?

 

Ættin

Samanumtikið hevur ættin verið lág hendan mánaðan. Tó er tað sermerkt, at høgættin nærum ikki hevur verið til í februar mánað. Yvirhøvur hevur ættin verið lág, úr høgum eystri suðurum til lágan vestan.

 

Hitin

Februar er í miðal kaldasti mánaðurin í Føroyum. Frá 1991 til 2020 hevur miðalhitin á Hoyvíksvegi 69 í Tórshavn fyri februar verið 4,0 stig.

Í Tórshavn hava hitamátingar verið gjørdar heilt aftur til 1873. Mesti miðalhitin mátaður í Havn síðani 1873 fyri februar var í 1959. Tá var miðalhitin 6,2 stig. Kaldasti februar mánaður var 10 ár seinni, í 1969. Tá var miðalhitin bert 0,8 stig.

Nú vit í morgin skriva 1. mars, so bendir alt á, at hesin februar mánaðurin verður tann heitasti, ið nakrantíð er mátaður í Tórshavn. Miðalhitin liggur í løtuni á 6,31 stigum, og dagsins forsøgn gevur í løtuni ongar ábendingar um, at hetta miðaltalið fer at lækka.

Eitt annað sermerkt er, at hitin á Hoyvíksvegnum enn ikki komin niður um frostmarkið hendan mánaðin. Lægsta hitamátingin higartil hevur verið 1,3 stig, ið var mátað tann 5. februar kl 04:10 um morgunin. Vit skulu heilt aftur til 1923 fyri at finna líknandi hending, har ið hitin aldrin fór niður um frostmarkið í februar. Tá var lægsta hitamátingin 1,4 stig.

 

Avfall

Viðvíkjandi avfalli, so regnar tað í miðal 131,2 mm í februar sambært veðurlagsnormalinum fyri Tórshavn frá 1991 til 2020. Í løtuni eru 79,6 mm av regni komið niður í Havn, og hetta er tað lægsta talið fyri februar mánaða síðani 2019. Hetta er tó nakað langt frá turrasta februar mánaðinum, ið hevur verið mátaður seinastu 152 árini. Tað var í 1901, tá ið tað bert komu 19,4 mm av regni niður.