Sum greitt frá, verður í kvøld skipað fyri beinleiðis útvarpi í tríggjar tímar. Samrøður, skemt, føroyskur dansur og midnáttarrøða eru m.a. á skránni – Norðlýsið og Radio.fo skipa fyri. Í løtuni seta feðgarnir, Andrew og Benjamin Djurhuus tøknina upp í býráðshøllini, haðani sent verður.
Byrjað verður kl. 21 og hildið verður á til midnátt, tá Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur midnáttarrøðuna beinleiðis. Vit taka ymiskt úr drúgvu norðoyastevnuskránni, soleiðis at norðoyingar og føroyingar kunnu uppliva nakað av tí, sum varð sett á skrá í ár.
Samrøður verða við Karl H. Johansen, borgarstjóra og Dávur Winther, mentanarleiðara. Tosað verður eisini við Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag og Magnus Norðberg, høvuðsvenjara í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Vit fara upp á gólv við Klaksvíkar Dansifelagi, skemta okkum við Klaksvíkar Sjónleikarafelagi, umframt at vit hoyra góðar lokalar tónar.
Til ber at lurta eftir sendingini á radio.fo (FM 107,1) og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum frá kl. 21:00 í kvøld.
Jógvan Poulsen og Jóhann Lützen verða vertir á sendingini.
Miðnáttarrøðan
Í Norðoyastevnublaðnum verður greitt frá, at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fer at halda miðnáttarrøðuna í ár. Har verður eisini gitt, hvat hann mana fara at tríva í og røða um, tí hann hevur nógv uppá hjarta.
Og blaðið spur víðari: Men man hann ikki fara at royna at gita ella geva eitt boð uppá, hvat ein klaksvíkingur er fyri nakað? Helst fer hann sannførandi at standa næstan rópandi: ”Ein klaksvíkingir er ein, sum elskar Hanus og Kósina, ein sum elskar húkin, elskar at ganga á Stongunum, ein egnari, ein fiskimaður – Tað er ein, sum er góður við Bollafabrikkina, sum elskar línu og hatar trol á landleiðini.
Tað er ein sum elskar Norðhavnina og Norðborg, ein sum er góður við samkomurnar, KFUM og KÍ – og Mentanarhúsið. Tað er sjálvandi ein, sum heldur at Háfjall er stórsta og vakrasta fjall í heiminum.
Ein Klaksvíkingir er ein, sum heldur, at Vestergaard well, og at havnamenn eru ræstir”!
Man Sjúrður ikki fara at rista eitt sindur í samleika okkara og seta ein part uppá tað skeiva brettið? Í øllum førum verður tað áhugavert og helst ikki keðiligt at lurta eftir Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni, sum kann fáa sjálvt tað stíva Fólkatingið at liggja á liðuni í látri eftir hansara ”skeivu” røðum á tingi”, spyr Norðlýsið.
Alt hetta fært tú meir at vita um í stovu tíni á miðnátt – í kvøld, Norðoyastevnuaftan, har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður heldur røðuna í sendingini á radio.fo (FM 107,1) og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.







