Tá menn vóru og skutu haru í Skáltahaga leygardagin 3. november, fekk Jóhan Dávid Joensen eina merkta haru.
Jóhan Dávid sigur, at tað er ikki ofta at menn fáa merkta haru. Kanska er onkur røktingarmaður komin framá haruungan og hevur merkt hann.
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, um onkur komst við merkingina, tí forvitnisligt hevði verið at fingið at vita, hvar hon var merkt.
Sum sæst á myndini, so er hon sylt á báðum oyrum og harafturat er okkurt sum líkist einum bragdi aftan.
Haran var sum sagt skotin í Skálta haga ímillum Húsadal og Øðrmansdal.




