Norðlýsið fekk fatur á liðnum við Varpið. Teir hittast javnan til hugna og trivnað. Teir skuldu m.a vitjað kappróðraneysti og Kafé Fríðu
Eitt lið av monnum í besta aldri gongur eftir klaksvíksgøtum í dag. Tað eru menn sum koma saman í felagsskapinum Felagið. Tað var Amariel Norðoy sum stovnaði Felagið í 2008. Hann er síðani farin í annað ljós, sigur Terji Sigurðsson.
Vit samlast til hugna og trivnað. Vit tosa um alt, religión og politikk eisini, sigur Gunnar Nolsøe
Kravið til upptøku er at man er ein hampamaður, hetta er Felagið við ð sigur Birgir Kruse.
Ongin kvinna er í Felagið og tað verður tað heldur ikki framyvir siga teir.
Vit fingu ikki tosa við teir serliga leingi, tí teir høvdu høvdu nógv á skránni. Teir skuldu vitjað í kappróðraneystinum og eisini skuldu teir á Kafé Fríðu seinni.



