Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Felags Norðoyastevnuútvarp

Jóhann Lützen

Norðlýsið og Radio.fo samsenda á FM bandinum hjá Radio.fo í morgin kl . 16 til 18

 

Norðoyastevnan verður komandi vikuskifti og í hesum sambandi hava miðlafyritøkurnar Norðlýsið og Radio.fo kasta saman í tveir tímar mikudagin frá kl. 16 til 18. 

Vertir verða Símun Jóannesarson Hansen frá Radio.fo og Jóhann Lützen frá Norðlýsinum. Vit hyggja í skránna og gera samrøður við umboð frá Klaksvíkar kommunu, Visit Norðoy, Klaksvíkar Róðrarfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag.  

Vit leggja eina leinkju út her í morgin kl. 16, so til ber at hoyra á netinum eisini.

Vit gera eina spurnarkapping har til ber hjá lurtarum at vinna eitt vikuskiftisatgongumerki til Summarfestivalin