Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Felagsskapurin er sprelllivandi

Jóhann Lützen

Í meðan 1. deild hevur vunnið gull til Klaksvíkar Ítróttarfelag á Toftum í kvøld, so eru eldsálir í full-drøn við fyrireikingarnar til bæði morgunmatin og veitsluna í morgin.

Vit frætta frá fyrireikarunum at hetta verður størsta veitsla nakrantíð hjá KÍ. Seinast vit vistu vóru 539 atgongumerki seld og sum tað sæst á myndunum niðanfyri er talan um eitt sera stórt borðhald. 

Rudolf Joensen verður borðstjóri og tey uppmøttu kunnu gleða seg til alskyns undirhald og eisini trýrættaða matarskrá, sum tey í Gepetto so eyðkent ganda fram. Ein heilur hópur av øðrum forkunnugum er á skrá, men tað má ein so møta upp fyri at skáa. 

Eldsálir rigga báðar hallirnar til í kvøld. Kommunan er sjálvsagt hjálpsom. 

Kvinnurnar hava longu vunnið FM og í kvøld vunnu teir næstbestu hjá KÍ sína deild. Í morgin kunnu vit hála FM norður við og harvið verður øll fótbóltsuppmerksomheitin miðsavnað í Klaksvík. 

 

Harleywoodpaint