– FSF ásetur leikdagarnar og feløgini áseta tíðirnar, upplýsir Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF
Vanliga eru feløgini samd um nær klokkan dystir skulu leikast. Herfyri sóðu vit tó, at júst B36 og Suðringar stríddust um leiktíðina, tá fyrra hálvfinalan varð leikt.
– FSF kemur einans upp í málið um feløgini ikki kunnu einast um tíðarásetingina, sigur Virgar Hvidbro
Eftir øllum at døma fer søgan at endurtaka seg, tí seinna hálvfinalan við Stóra er sett at byrja kl. 16, hóast Smyril siglur av Krambatanga kl. 18.
Norðlýsið roynir at fáa eina viðmerking frá Julius Vest Joensen, sum er formaður í FC Suðuroy.




