Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fer eitt skert B36 lið aftur at vinna á KÍ?

Jákup Ósá

B36 er nógv skert til Norðoyastevnudystin eins og B36 partvís var til fyrra landskappingardystin millum liðini í Gundadali, tá B36 vann greiðan sigur.

Sunnudagin verður stórdystur á Norðoyastevnu, tá nummar 2 og 3 bresta saman í Betri Deildini hjá monnum. KÍ og B36 hava spælt ein dyst fyrr í ár, og tá vann B36 fult uppibornan 3-2 sigur í Gundadali. Tá var B36 nakað skert og manglaði leikarar sum Róald Jakobsen, Jónas T. Næs og Eli F. Nielsen, men hetta nervaði ikki B36 liðið, sum stýrdi nærum øllum tí dystinum. Hjá KÍ manglaðu Ísak Simonsen, Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakobsen, men felags fyri teir var, at teir nærum einki høvdu spælt hetta kappingarárið fram til tann dystin. Og burtursæð frá Ísak, so er tann støðan framvegis óbroytt.

Spurningurin er so, um tað sama hendur á Norðoyastevnu, tí B36 er enn meira skert til tann dystin.

Í Sosialinum mikudagin stóð at lesa, at B36 kann koma at mangla heili 10 leikarar til hendan dystin av leikarum, sum hava royndir úr bestu deildini.

Høgni Eysturoy, Jónas T. Næs, Róaldur Jakobsen og Christian R. Mouritsen hava verið skaddir í longri tíð, har Høgni og Christian ongan leiklut hava spælt í ár. Síðani skrivar Sosialurin, at báðir miðverjarnir Odmar Færø og Bjarni Petersen eru skaddir og ikki tøkir í minst tvær vikur. Afturat stendur Erlendur Magnussen til at vera skaddur í eina viku og tí er ivasamt, um hann verður tøkur. Harumframt eru tríggir leikarar uttanfyri til hendan dystin við leikbanni. Teir eru Benjamin Heinesen, Eli F. Nielsen og Magnus H. Jacobsen.

Sostatt manglar B36 nærum eitt heilt lið til sunnudagin, hóast tað skal havast í huga, at nakrir av leikarunum ongan leiklut hava spælt í eina tíð.

 

B36 kann koma at mangla hesar leikararnar sunnudagin av teimum, sum hava royndir úr bestu deildini:

Jónas T. Næs

Bjarni Petersen

Odmar Færø

Høgni Eysturoy

 

Magnus H. Jacobsen

Eli. F. Nielsen

Erlendur Magnussen (ivasamur)

 

Christian R. Mouritsen

Róaldur Jakobsen

Benjamin Heinesen