Tá Henrik Old tekur sæti á løgtingi aftur mikudagin verður hann avgerandi fyri virkisføri hjá samgonguni.
Vit spyrja Henrik Old um hann stuðlar samgonguni, nú hon ikki hevur stuðla honum við hansara ætlanum at gera Fámjinstunnilin.
– Eg stuðli samgonguni, sigur Henrik Old í stuttum svari
Men tá vit spyrja Henrik um hann stuðlar samgonguni í mun til fiskivinnunýskipanina, er hann meira fámæltur.
– Nei, tað vil eg einki siga um júst nú, sigur Henrik Old
Tingfundur er mikudagin, tá 1. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019 er á skrá.




