Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ferðamannaskip í Ánunum

Oliver Joensen

Ambition ferðamannaskipið frá Onglandi legði at bryggju í Norðhavnini kl. 8 í morgun og fara avstað aftur kl. 17

 

Í ár fær Klaksvíkar Havn vitjan av seks ferðamannaskipum. I morgun kom tað fyrsta og býurin hevur verið á tremur við ferðafólki allan dag. Talan er um eini 1.000 ferðandi. 

Ymiskt er gjørt burturúr, millum annað var tað møguligt at keypa ostar, súltutoy, munnbitar við føroyskum viðskera og bundnar prýðislutir á torginum uttanfyri Biskupstorg.

Klaksvíkar Dansifelag dansaði eisini føroyskan dans. 

 

Harleyfacadeacryl