Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ferðavinnan í Norðoyggjum aðalfund í kvøld

Tróndur Ellingsgaard

Í kvøld kl. 19.00 hevur felagið Ferðavinnan í Norðoyggjum aðalfund í Norðoya Kunningarstovu.

Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.

Tú ert vælkomin at tekna teg sum lim í felagnum. 

Vinarliga 

Nevndin 

Jógvan Johannesen
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen
Hallgerð Akurstein
Meiken Sólheyg Michaelsen
Mimmy Vágsheyg

 

Fundarskrá

·      Val av fundarstjóra og fundarskrivara

·      Formansfrágreiðing

·      Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

·      Uppskot frá nevnd: Uppskot til broytan av viðtøkum.

 

Steðgur – kaffi og lætt ábit

 

Eyka Aðalfundur  Tíð: kl. 20

·      Orðaskifti um arbeiðið komandi árið

o   Nýggj amboð og nýggjar mannagongur

o   Nýggji leiðarin: Jórun Gardar 

·      Val av nevndarlimum

·      Val av grannskoðara

·      Uppskot til limagjaldsupphædd

·      Innkomin mál

·      Ymiskt.

Tey sum hava huga at gerast limir í felagnum, fáa høvi at tekna seg sum lim og gjalda limagjald, áðrenn fundurin byrjar.

Bert tey sum eru limir kunnu atkvøða á aðalfundinum.