Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ferðavinnuráðstevna í Varpinum

Jóhann Lützen

Tann 19. februar bjóðar Visit North øllum innan føroysku ferðavinnuna til áhugaverda Ferðavinnuráðstevnu í Varpinum

 

 

Hendan dagin fara tey, sum hava eitthvørt forkunnugt at bjóða ferðafólki – útlendingum, eins væl og føroyingum – at greiða frá nøkrum av tí, sum ber til at uppliva í Norðoyggjum. Hetta verið seg fjalla- og bátatúrar, bóndagarðsvitjanir, matupplivingar og upplivingar annars.

Dagurin er ókeypis og øll innan ferðavinnuna eru vælkomin.

Tit tekna tykkum til dagin við at senda ein teldupost á info@klaksvik.fo.

Freistin at tekna seg til er týsdagin tann 17. februar klokkan 16.