Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ferðslan í Norðoya- og Vágatunnlunum skal rindað fyri Strandferðsluskipini

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, Henrik Old, gjørdi greitt í løgtinginum fyri løtu síðan, at bummgjøldini í Norðoyatunnilinum og Vágatunnlinum, sum í dag fyri stóranpart fara til at rinda lønir hjá Tunnilsfeløgunum (eftir at lánsgjøldini eru burtur), í framtíðini eisini koma at rinda fyri fergurnar hjá Strandferðsluni.

Landstýrismaðurin tosaði enn einaferð um eitt ”samhaldsfast” gjald, sum rakar øll, sum ferðast úti um landið, uttan tey sum ferðast í miðøkinum. 

Baði Norðoyatunnilin og Vágatunnilin hava niðurgoldið síni lán og landstýrið hevur áður boða frá, at ætlanin er at fara undir at krevja peningin, sum landskassin  setti í tunnlarnar inn aftur frá akførunum sum koyra dagliga gjøgnum hesar báðar undirsjóvartunnlarnar.

Hugurin hjá løgtingsfólkum hevur reika víða í dag. Landskassin skal eisini sleppa undan at rinda fyri tunlarnar norðanfyri. Sambært nýggja samhaldsfasta hugalagnum hjá landstýrismanninum í tunnilsmálum og hjá fleiri løgtingslimum, skal ferðslan í Norðoyatunnlinum eisini fíggja hetta.

Orðið “samhaldsfest” merkir nú nakað heilt annað, í hvusso so er tá tað kemur til tunnlar og pensjónir.