Vakthavandi á løgreglustøðini í Tórshavn var fáorðaður tá vit fingu fatur á honum
Sjúkrabilar og løgreglubilar fóru koyrandi norðurum um 16.30 tíðina. Vit ringdu til løgregluna, men fingu ikki nógv at vita frá vakthavandi.
Vit senda altíð sjúkrabilar, til staðið, men støðan var ikki alvorlig. Ein persónur hevði fingið ilt í bringuna, men ikki meira enn tað, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Tórshavn.
Vakthavandi dugdi ikki at siga júst hvat var hent og hvar óhappið var hent.



