Vegurin var stongdur av, meðan sløkkilið, løgregla og fólk frá sjúkraflutninginum arbeiddu við at fáa tamarhald á støðuni. Vegurin við tunnilin Kalbaksmegin var stongdur av og bíðirøðirnar vóru langar, sum myndin vísir. Nú beint eftir middag er aftur koyrandi.
Vakthavandi sigur, at ein persónbilur rendi í reyvuna á einum treylara. Trý fólk eru farin á landssjúkrahúsið til kanningar, men einki bendur á nakran álvarsaman fólkaskaða, sigur vakthavandi.




