Í dag lat upp ein sera áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson.
Hetta er aðru ferð Bárður sýnir fram í Gamla Seglhúsinum.
Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin:
“Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting”.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu og Rani Nolsøe spældi nøkur løg.
Talan er um eina søluframsýning og hongur framsýningin uppi til mikudagin 28. februar og er ókeypis at vitja.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadag – fríggjadag kl. 14.00 – kl. 17.00
Sunnudag kl. 14.00 – kl. 18.00









