Gott veður seinnapartin í gjár og gjárkvøldið. Í morgun er grátt og vátt. Seint seinnapartin verður betri.
Nú á middegi eru 10 m/s av suðuri. Allar veðurstøðir kring landið siga frá regni. Soleiðis fer at vera alla seinnapartin.
Um 18 tíðina fer at slíta í, ættin fer í útsynning, og vindurin fer at minka niður í 5 m/s. Samstundis fer tað at klárna.
So, sum útlitini eru, so verður fínt veður í kvøld.




