Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið í auluni í Miðnámi á Kambsdali fíggjarætlanina fyri 2022, sum javnvigar við 142.3 mió. kr., og er fíggjað við 98.2 mió. kr. í skatta- og avgjaldsinntøkum, 40.4 mió. kr. í rakstrarinntøkum og 3.7 mió. kr. í innistandandi peningi.
Inntøkurnar av A og B skatti eru mettar til 68.8 mió. kr., ið er 2.2 mió. kr. lægri enn nettorakstrarútreiðslan á 71 mió. kr.
Miðalvøksturin í rakstrinum er umleið 5,5% í mun til fíggjarætlanina í fjør.
Partafelagsskatturin er mettur til 12 mió. kr., ið er 2 mió. kr. lægri enn mett varð í 2021.
Inntøkurnar frá landinum í mun til kapitaleftirlønir, DIS og FAS, verða mettar til 17.3 mió. kr., sum er gott og væl 1. mio. kr. hægri enn í fjør.
Rakstrarkostnaðurin av eldrasamstarvinum Nánd verður mettur til kr. 22.7 mió. kr., ið eru knappar 2. mió. kr. hægri enn mett varð í fjør.
Nettoíløgurnar verða mettar til kr. 24.3 mió. kr., har eitt nú keyp av lendi og fyrireiking av íbúðarbygging, umframt hølið til nýggja læknamiðstøð, um- og útbygging av 64-skúlanum til framhaldsdeild, ungdómstilboð, luttøka í Talgildu Føroyum og útbygging á havnalagnum hava høga raðfesting.
Ætlanin er ikki at økja um skuldina við at taka upp lán, men at klára rakstur og íløgur uttan lántøku í mun til fyriliggjandi inntøkumetingar.
Avdráttir av lánum verða komandi ár lækkaðar nakað; til 4.3 mió. kr. í mun til 5. mió. kr. í 2021.
Skattaprosentið verður 21,25 og barnafrádrátturin 7.500 kr. fyri hvørt barni.
Fuglafjarðar kommuna fer nú – innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember – sambært § 53, stk. 2, nr. 2 í kommunustýrislógini, at senda samtyktu fíggjarætlanina fyri 2022 til Fíggjarmálaráðið, sum er eftirlitsmyndugleiki í kommunalum fíggjarviðurskiftum. Um somu tíð verður fíggjarætlanin eisini tøk hjá almenninginum.
Fuglafjørður, 26. november 2021
Dávur Juul
Borgarstjóri



