Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarlógin 2008 framsøgurøða

John William Joensen

Henda fíggjarlóg er ørðvísi á fleiri mátar, hon er í verðuleikanum bert galdandi fyri ½ ár og tí kann vera ringt at hóma eina broytta kós í fíggjarpolitikkinum og raðfestingunum og hon er fyrsta fíggjarlógin hjá eini nýggjari samgongu.

Nýggja samgongan hevur sett sær nøkur høvuðsmál og við formannsins loyvi vil eg endurgeva úr samgonguskjalinum:

“Høvuðsendamál samgongunnar er at skipa Føroyar sum eitt sjálvbjargið og samhaldsfast samfelag, har hvør einstakur hevur mest møguligt frælsi. Vit skulu vera veruligur partur av altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín og harvið skapar burðardyggan vøkstur. Tí hava vit sum samgonga sett okkum hesi mál:

• Sosialir reformar skulu tryggja teimum við størsta tørvinum javnbjóðis møguleikar fyri einum virknum lívi

• Vinnupolitikkurin skal skapa nýmenning og vøkstur og taka burtur forðingar hjá vinnu, feløgum og einstaklingum fyri altjóða samstarvi

• Búskaparligar langtíðarætlanir skulu skapa burðardyggan vøkstur og sum frá líður gera føroyska búskapin óheftan

• Miðvísar íløgur verða gjørdar í útbúgving, mentan og gransking

• Tá ið stórar samfelagsíløgur verða gjørdar, skulu tær hava greiða raðfesting og fígging á langtíðarætlan, ið røkkur í minsta lagi 10 ár fram
Stórar avbjóðingar eru í føroyska búskapinum í løtuni. Millum annað er ójavnvág á handils- og gjaldsjavna umframt trot á arbeiðsmegi og trýst á kostnaðarstøði.
Samgongan bindur seg til at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk og fremja neyðugar bygnaðarbroytingar, har lagt verður upp fyri sveiggjum í búskapinum og neyvt tamarhald er á øllum útreiðslum.
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar, at vælferðin hjá føroyingum verður ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt trygt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kappingarføri.
Politisku átøkini, sum samgonguskjalið nevnir, eru øll bundin at fíggjar- og búskaparstøðuni. “
Endurgeving enda.

Harra formaður,
Sum eg endurgav úr samgonguskjalinum, so hevur henda samgongan sett sær fyri at Føroyar skulu vera veruligur partur av altjóða samfelagnum.

Gongdin í heiminum er, at búskapurin í øllum londum verður meira og meira altjóðagjørdur, hetta merkir, at um vit vilja tað ella ikki, so verða eisini vit í Føroyum ávirkað av gongdini úti í heimi. Stóri prísvøksturin á olju og órógvi á heimsins fíggjarmarknaðum eru hendingar, ið alt størri mun eisini ávirka okkum og hesin ótryggleiki ger tað torført at spáa um hvussu búskapargongdin fer at vera komandi árini.

Vit hava eitt gott samfelag við einum vælferðarstøðið ið, er nógv ment seinasta valskeið. Ferðin á búskapinum hevur verið sera stór seinastu árini, útlit eru ikki til somu ferð í ár og næsta ár, hóast hetta er ongin orsøk til at stúra.

Sambært búskaparmeting landsbankans so verður roknað við einum búskaparvøkstri í 2008 á 4,7 % og metir fíggjarmálaráðið sama vøkstur. Ein vøkstur á hesari stødd verður vanliga rokna sum stórur, hóast hann er minni enn árini frammanundan.

Árligi miðalvøksturin í inntøkum landskassans frá 2002 til 2008 hevur verið 3,6% . Samlaðu inntøkurnar minkaðu í 2003 og 2004 , í 2005 var ein vøkstur á 1,6% meðan tað hendi eitt veruligt lop í inntøkunum í 2006 á heili 12,8 %, vøksturin í 2007 var á 5,5%.

Hesi lop í inntøkunum frá ár til ár vísa hvussu stór sveigg kunnu vera í okkara búskapi, antin tey so eru úrslit av innlendskum fíggjarpolitikki ella konjunkturbroytingum uttan úr heimi, ella eitt samanspæl av báðum.

Avbjóðingar og støðan í vinnuni
Búskapargongdin úti í heimi ger tað trupult at meta um framtíðarútlitini fyri vinnuna sum heild. Sambært metingum Landsbankans er støðan innan okkara tilfongisvinnu tann at vinnan væntar framgongd í framleiðsluni í 2008 men minkandi søluprísir. Tørvur er framvegis á rávøru og arbeiðsmegi og vónirnar til marknaðin eru viknaðar. Tó metir Landsbankin, at mest sannlíkt er, at framleiðslan verður á leið tann sama í 2008 sum í 2007.

Ùtlitini fyri alivinnuna tykjast nakað bjartari. Tað sær út sum vinnan er komin fyri seg aftur eftir afturgongdina sum byrjaði í 2003, og framgongdin sum eitt nú lønar- og útflutningshagtøl bera boð um tykist vera varandi. Metingar av tøkuni í 2008 bendir á, at vøksturin verður væl størri í 2008 enn í 2007 og tí kann væntast at útflutningsvirði, við somu príslegu sum í 2007, økist við umleið 300 mió.

Støðan innan fiskavirkingina er meira trupul, trupuleikar hava verið bæði við at fáa arbeiðsmegi og støðuga rávørutilgongd. Serliga hevur tað verið trupult hjá teimum stóru virkjunum at fáa nøktandi rakstur.

Byggivinnan hevur verið fyri einum ógvusligum vøkstri og virksemi hevur verið sera høgt seinastu árini. Sjálvt um væntast kann, at privati eftirspurnigurin innan byggivinnuna er steðgaður, so eru stórar almennar og privatar verkætlannir í gerð ið merkja, at vinnan í miðal hevur arbeiðið alt 2008.

Seinastu árini hava bæði tilfongisvinnan og byggivinnan víst á, at teimum væntar arbeiðsmegi og tí hevur samgongan lagt uppskot fram, ið ferð at gera tað lættari hjá vinnuni at fáa útlendska arbeiðsmegi. Samstundis hevur samgongan strongt á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fara undir samráðingar um ein fastlønarsáttmála innan flakavinnuna.

Eydnast tað at fáa eina fastlønarskipan, so er hetta eitt stórt frambrot fyri føroysku arbeiðarafjøldina og tí er tað mín vón, at partarnir vísa neyðuga viljan og fáa semju um eina skipan.Um tað eydnast at fáa meira skipað viðurskifti fyri arbeiðsmegina á flakavirkjunum og lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi til vinnuna sum heild, so kunnu hesi tiltøk vera viðvirkandi til at væntaði stígurin í búskapinum ikki verður so drúgvur sum nøkur vænta.

Framtíðarútlit
Hví hevur tað so stóran týdning, eisini fyri Javnaðarflokkin, at varðveita vøkstur í búskapinum, kann ein spyrja.

Tað sum er avgerðandi er, hvat vilja vit nýta búskaparvøksturin til, vilja vit nýta hann til meira sjálvbjargni, meira forbrúk hjá tí einstaka ella meira vælferð.

Javnaðarflokkurin leggir stórsta dentin á at varðveita og útbyggja okkara vælferð, hetta er ein stór avbjóðing tí vit vita øll, at okkara vælferðarskipannir vera settar alt meira undir trýst, her heima eins og í londunum rundanum okkum.

Tí er tað ein spurningur sum vit mugu taka støðu til, hvussu vit skipa okkara vælferðarskipannir í framtíðini, skulu tær vera fyri øll uttan mun til inntøku ella skulu vit leggja dent á meira samhaldsfesti í hesum skipanum.

Fíggjarlógaruppskoti 2008
Ì samband við sjálvt fíggjarlógaruppskoti, ið er til viðgerðar, fari eg at halda meg til tað yvirskipaða uppskotinum.

Høvuðstøl
2007 R 2007 2008 munur
Inntøkur 4.060 4199 4.357 297
Útreiðslur 4.009 4045 4.304 295

Hyggja vit at høvuðstølunum, so verður mett at inntøkurnar í 2008 vera 4,3 mia, ein vøkstur í inntøkunum á 297 mió í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2007, í mun til rokniskapin fyri 2007 verður inntøkuvøksturin mettur at vera 158 mió.

Á útreiðslusíðuni verður roknað við einari øking í útreiðslunum á 295 mió í 2008 í mun til fíggjarlógina í 2007, í mun til rokniskapin fyri 2007 er útreiðsluvøksturin á 259 mió.
Raksturin fyri 2007 vísir tó eina inntøku á 4.199 og eina útreiðslu á 4045. Tað vil siga 139 mió meira í inntøku enn væntað og útreiðslurnar vóru 4045, tað vil siga ein nettomeirnýtsla á kr. 36 mió.

Andstøðan hevur funnist at hesum stóra vøkstri í útreiðslunum, hetta skal eg koma nærri inn á seinni.

Høvuðsøkini á figgjarlóaguppskotinum samanborið við 2007
Eitt vælferðarsamfelag er eyðkennt við at tað almenna raðfestir almannaverk, heilsuverk og skúlaverk frammaliga, tað er eisini veruleikin í hesum fíggjarlógaruppskotinum. Eins og á undanfarnum fíggjarlógum, eru hesi øki tey stórstu økini , hyggja vit at vøkstrinum í útreiðslunum, so eru tað eisini hesi trý økið ið verða raðfest fremst.

2007 2008
Almanna/heilsumál 2059,9 2153,1
Útbúgving og gransking 785,4 815,2

Av eini samlaðari útreiðsluøking á 300 milliónum fáa hesi økir netto 123 mió meira í rakstri. Henda raðfesting ger seg galdandi bæði fyri rakstur og íløgur. Av einum íløgukarmi á kr. 234 mió vera tær 105 mió nýttar til íløgur innan mentamál og góðar 76 mió innan almanna- og heilsumál.

Ùtreiðsluvøksturin hjá tí almenna síðstu 4 árini hevur verið stórur, tað kunnu øll vera samd um.Tað áhugaverda er, hvat er nýtslan farin til, eg kann nevna skattalætta, rentustuðul, útbygging av vælferðartænastum og skúlaverkinum.

Skattalættan ið skuldi kosta 240 mió men vísti seg at kosta meira.

Rentustuðulin kostaði landinum góðar 56 mió í 2004 (komm. 27) , á fíggjarlógini í 2007 vóru avsettar 66,7 mió meðan verðuliga útreiðslan bleiv 83 mió (meirnýtsla 16,4 mió) í 2008 verður roknað við at rentustuðulin ferð at kosta landinum 101 mió netto og kommununum 49 mió. Sostatt eru útreiðslurnar hjá landinum til rentustuðul nærum tvífaldaðar frá 2004 til 2008. Orsøkirnar eru hægri renta, fleiri útlán og longri avdráttartíðir.

Útbygging av vælferð
Í síðsta samgonguskeiðið vóru útvega 157 nýggj búpláss til eldri og er tilsøgn givin til bygging av 132 búplássum aftrat komandi árini.

Øll minnast hvussu alstórur tørvurin á røktarheimsplássum var í 2004 , og hvussu mannminkandi støðan var fyri nógvar av okkara eldru borgarum. Ì dag hoyrist ikki nógv til henda trupuleika.Útvegan av røktarheimsplássum eru við til at skapa øktar rakstrarútreiðslur innan almannaøki.

Gera vit upp hvussu nógv fólk eru komin aftrat at røkja tær nógvu umsorgannaruppgávurnar innan almanna- og heilsuøkið, so er ongantíð áður hendur ein so stórur vøkstur í einum valskeiðið sum í tíðarskeiðnum 2003 – 2007.

Vøksturin umfatar fleiri starvsfólk innan eldrarøktina, trivnaðartænastu/serforsorg, børn og ung, stuðlar til vaksin,barnatænastuna, sjúkrahúsini, deildin fyri sinnisveik og apoteksverkið, tilsamans er talan um 230 størv og ein vøkstur á 11,5 %. Taka vit tær bundnu framskrivingarnar fyri 2008 við (t.d røktarheim telja fyri eitt heilt ár) so er vøksturin 378 størv og ein øking á heili 19%.

Við hesum stóra vøkstri innan okkara vælferðartænastur, rokni eg við, at tey flestu vænta eina stóra øking í almennu umsitingini, soleiðis er ikki í hesum føri, tølini vísa, at umsitingin (AHR, Almannastovan, Nærverkskrivstovan) er farin úr 134 størvum niður á 131.

Skúlaverki
Eisini skúlaverki hevur fingið játtað fitt av peningi til ábøtur í farna valskeiðið.
Løgtingi samtykti ymisk Pisa átøk galdandi fyri seinnu helvt av 2007. Hesi átøk sláa fult út í 2008 og merkir hetta eina øking í útreiðslunum á góðar 12 mió. Eisini játtaði løgtingi, at fleiri næmingar vóru tiknir upp á okkara miðnámsskúlar í seinnu helvt av 2007, henda øking viðførir ein meirkostnað í 2008 á áleið 5,6 mió.

Tosað vit um ov stóra útreiðsluøking hjá tí almenna mugu vit seta okkum spurningin hvørjar av hesum útbyggingum og skipanum kundu vit verið fyriuttan, nú vit hyggja í bakspegli ?

Viðvíkjandi skattalættanum kann ein spyrja seg sjálvan, um tað var rætt ella skeivt at lata so stóran skattalætta.Tað er tó ógvuliga sannlíkt at skattalættin, í hvussu so er tey fyrstu árini, var viðvirkandi til økta nýtslu og harvið øktum inntøkum til landskassan. Eri sjálv av tí áskoðan, at hesin lætti seinnu árini hevði minni positiva ávirkan á búskapin. Umframt tað at hann vendi sosialt skeivt.

Viðvíkjandi rentustuðlinum kunnu vit eisini seta spurningin, kundu vit verið hann fyriuttan ? Ongin ivi er um, at rentustuðulin hevur verið viðvirkandi til høgu húsaprísirnar og til at húsarhaldini í nógvum førðum hava longt síni lán so tey gerast nógv seinni skuldarfrí enn áður.
Tó kunnu vit ikki síggja burtur frá, at rentustuðulin í dag er trygdin fyri at nógvar familjur kunnu hava tak yvir høvdið. Hesa fortreyt kann ein ikki broyta men spurningurin er, um vit ikki skulu hyggja eftir, um tað eru aðrar óhepnar fylgir av skipanini ið kunnu broytast uttan at broyta verandi fortreytir.

Viðvíkjandi vælferðartænastunum er spurningurin vilja vit, ella kunnað vit, sum eitt nýmótans samfelag lata vera við støðugt at útbyggja eldrarøkt, heilsuverk og aðrar vælferðarskipannir.

Og er tað møguligt at leggja seg eftir, at gerast eitt samfelag á einum høgum vitannarstøði uttan framhaldandi at menna okkara skúlaverk. Hetta eru viðkomandi og átroðkandi spurningar, ið vit mugu fyrihalda okkum til.

Vøkstur í almennari nýtslu
Stór nýtsla innan tað almenna er ikki nakað nýtt. Eisini í tíðarskeiðnum 1997 -2002 var ein stór øking í almennu nýtsluni. Vøksturin í búskapinum var eisini tá sera høgur umleið 10 % í miðal fyri hvørt árið. Inntøkurnar vuksu við góðari 1,1 mia og útreiðslurnar vuksu eisini við 1,1 mia. Blokkurin var minkaður við 366 mió.

Orsøkin til, at eg nevni hesi tøl, er fyri at vísa á, at tað tænur ongum endamálið, aftaná hvørt val, at lasta hvørjum øðrum fyri at hava verið við til at økja almennu nýtsluna ov nógv. Økta nýtslu hava allir flokkar verið við til.

Ein máti at komi burturúr hesum hevði verið, at fingið breiðar semjur um fíggjarlógir og langtíðarfíggjarlógir, so vit ikki fáa ov stór sveiggj í almennu nýtsluni. Eg vil í hvussu so er fegin vera við til at slóa fyri breiðum semjum á hesum øki.

Tá ið hetta er sagt, so er tað samstundis greitt, at vit framhaldandi ikki kunnu hava líka stóran vøkstur í nýtsluni sum vit hava haft higartil. Tí mugu vit endurskoða almennu skipaninar og broyta tær skipannir, ið ikki virka eftir ætlan.
At endurskoða almenna sektorin tekur longri tíð enn fíggjarárið 2008, vit mugu síggja hesa endurskoðan í einum longri perspektivi, helst øll 4 árini ið henda samgongan situr.

Sæð í hesum ljósið, er kanningin av landssjúkrahúsinum, har útgreinað verður kostnaður og útreiðslugongd, ein góð byrjan. Men hon gevur lítla meining, um vit bert hyggja at Landsjúkrahúsinum. Hetta eigur at vera ein byrjan, ið kemur at umfata allan almenna sektorin. Á henda hátt kunnu vit fáa staðfest, hvat ið raksturin av okkara samfelag veruliga kostar, og á hvørjum økjum vit kunnu fáa meira fyri minni.

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum frá 2007 til 2008 er á 7,4 % , hetta er ein stórur vøkstur og hóast tað siga øll seg fáa ov lítið. Hesar útsagnir bera boð um at endurskoðan er neyðug. Tamarhald má fáast á rakstrarútreiðslunum. Tí mugu allir stovnar spyrja seg sjálvan, fáa vit nokk burturúr tí játtan vit hava, ella kann meira fáast burturúr. Eg eri vís í, at nógva staðni kann meira fáast fyri minni ella tað sama. Tað krevur nýhugsan og umhugsni innan almenna sektorin.

Hetta er ein langtíðaravbjóðing sum vit ikki bert kenna í Føroyum, men eisini innan almenna sektorin í londunum kring okkum. Skjótari vit taka avbjóðingina uppá okkum, betur vera vit før fyri at loysa trupuleikan.

Samanumtøka
Harra formaður, sum eg nevndi í byrjanini so er henda fíggjarlógin ein yvirgangsfíggjarlóg, raðfestingarnar hjá hesi samgonguni eru bert 23 mió, restin er framskrivingar av virksemi samtykt seinasta valskeið.

Hóast uppraðfestingarnar hjá samgonguni ikki eru stórar í krónum og oyrum, so fata tær í ein stóran mun um tey økir, ið vit meta sum nær tengd, um ikki fortreyt fyri vælferðini. Millum annað til barsilskipanina, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, betran av fyrtíðarpensjónini, ellis- og røktarheimspláss, Pisa átøk, tiltøk til lesiveik, eykaflokkar til námsfrøði og læraraútbúgving.

Øll hesi tiltøk, vísa, at sjálvt um henda fíggjarlógin ikki av álvára hevur fingramerkini hjá nýggju samgonguni, so eru tó nøkur peilimerkir at hóma, ið so avgjørt vísa rætta vegin.

Stórar avbjóðingar eru fyri framman, vit eru á veg inn í ein meira normalan búskaparvøkstur. Kynstri er, at varðveita og útbyggja tað ið hevur týdning at varðveita og menna í einum nýmótans vælferðarsamfelag og at sleppa okkum av við ella broyta skipanir ið ikki tæna vælferðini.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna