icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fíggjarmálaráðið og KAF hava ábyrgdina av verkfallinum og verkbanninum

Føroya Arbeiðarafelag

Stjórin á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum segði í útvarpinum í gjár, at tey ikki tosaðu við umboð fyri Føroya Pedagogfelag, men bíðaðu eftir at semingsmaðurin kallaði partarnir inn aftur til seming, og somu støðu tykjast umboðini fyri KAF at hava.

Vit skulu við hesum átala, at almenn arbeiðsgevaraumboð soleiðis kasta ábyrgdina frá sær, tí tað kann ikki vera rætt, at umboð fyri Fíggjarmálaráðið og KAF ikki kenna tað sum sína ábyrgd at fáa í lag aftur samráðingar við Føroya Pedagogfelag, nú trætan hevur staðið við í ein mánaða.

At boða alment frá, at umboð fyri land og kommunur sita hendur í favn og bíða eftir semingsstovninum er tekin um manglandi vilja ella viðurkenning av, at tað eru samráðingarpartarnir og eingin annar, sum hevur ábyrgdina av at semja fæst um nýggjan sáttmála.

At koma við ósannindum um avleiðingarnar av stríði, sum umboðini fyri Fíggjarmálaráðið og KAF hava ábyrgdina av, í staðin fyri at royna at fáa samráðingarnar tiknar upp aftur, er átaluvert.

Vit skulu við hesum lýsa okkara fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum fyri krøvum teirra.