Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Filmskapping: Vís okkum tín koronudag

Granskingarráðið

Gongur tú í 7.-10. flokki? So kanst tú vera við í filmskapping, sum Granskingarráðið skipar fyri í sambandi við Vísindavøkuna.

Korona hevur broytt lívið hjá okkum øllum í 2020. Hetta ávirkar eisini ársins Vísindavøku, sum ikki kann hava tiltøk fyri ung, eins og undanfarin ár. Í staðin gera vit eina Vísindavøkuapp, har vit fara at hava ymiskt tilfar fyri stór og smá. Her halda vit, at nýggir filmar um ung til ung høvdu verið góðir. Teir kunnu eisini vera góðir til granskarar, politikarar og onnur, sum vilja vita meira um lívið hjá ungum í Føroyum í dag.

 

Les meira á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/filmskapping-vis-okkum-tin-koronudag/