Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 1

Jógvan Skorheim

Klaksvíkar Fimleikarafelag hevði árligu framsýningina í Badmintonhøllini í dag. Forkvinnan í felagnum upplýsti millum annað, at tað ongantíð hava verið so nógvir íðkarar í felagnum sum í ár.

Stuttligt er eisini at staðfesta, at felagið hevur fingið fleiri heiðursmerkir gjøgnum árið, og hevur ein sterkan hóp av venjarum og hjálparfólkum.

Framsýningin tók knapt tveir tímar, og bergtóku ungu íðkararnir stóra áskoðarafjøldinia. Badmintonhøllin var á tremur við fólki, og stemningurin var sera góður.

Takk fyri eitt stórsligið tiltak, Klaksvíkar Fimleikarfelag.

Nógvar myndir eru tiknar, tí verða fleiri myndir lagdar út undir ørðum greinum.