Árliga framsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikarfelag verður sunnudagin 8. apríl kl. 14.00 í Badmintonhøllini
Framsýnining er flutt fram til kl. 14.00 av tí at KÍ spælir á heimavølli og spælir sostatt kl. 16.00.
Í ár eru 20 ár síðan Klaksvíkar Fimleikarfelag varð endurstovnað, tað gongur gott hjá felagnum, fleiri gull, silvur og bronsa eru komin í hús hetta kappingarárið.
Undir framsýningini sunnudagin verður kaffi og annað til sølu. Lutaseðlasøla verður uppá eitt gávukort frá Fonn Flog.



