Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fimm nýggir kavarar

Jóhann Lützen

Í kvøld hava fimm kavarar staðið endaligu ástøðisroyndina innan føroyska slangukaving. Millum tey, sum tóku royndina, vóru ein týskur fornfrøðingur og fýra føroyskir kavarar

 

Við útbúgving í slangukaving fáa kavarar loyvi, sambært føroyskum lógarverki, at fremja arbeiðsuppgávur sum til dømis: sveising, boring, hátrýstspuling, slíping, skering og brenning undir vatni.

Á myndini síggjast kavararnir beint eftir royndina. Standandi frá vinstru: Janus Joensen, lærari, Felicitas Ehmig, Hjørtur Sólstein, Heri Mørkøre, próvdómari, og Jan Lauritsen. Sitandi frá vinstru: Ingi Weihe og Rasmus Mohr Nielsen

Harleywoodpaint