Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimti dagur uttan nýggja smittu

Heilsumálaráðið

Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 89.790 kanningar.

Hetta er fimti dagur upp í slag uttan nýggja smittu. 1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár. 

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 357 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 54 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.