Team Klaksvík fær leygarkvøldið vitjan av KÍF í niðara endaspælinum.
Vinnur Team Klaksvík, so hevur Team Klaksvík vunnið niðara endaspælið, meðan KÍF leggur seg á odda við einum sigri.
Undan dystinum hava bæði liðini fýra stig, men Team Klaksvík hevur leikt ein dyst færri enn KÍF. StÍF er hitt liðið í niðara endaspælinum, men hevur einki stig og kann tí ikki vinna.
Tí verður tað helst vinnarin av hesum dystinum, ið vinnur niðara endaspælið. Enda lið jøvn í stigum er hetta galdandi sambært HSF:
Eru tvey lið á jøvnum við kappingarlok, verður at rokna millum hesi lið í hesari raðfylgju: innanhýsis stig, málmunur, skotin mál. Stendur enn jøvnum verður samlaður málmunur í endaspælinum roknaður og hareftir umdystur.
Áðrenn hendan dystin hevur Team Klaksvík málmun á +9, meðan KÍF hevur málmun á +14. Fyrra innanhýsis dystin vann Team Klaksvík 27-24. Vinnarin av niðara endaspælinum vinnur eina peningaupphædd á 10.000 kr.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 19.00.




