Dagur okkara byrjaði snimma í morgun. Fyrst var at gera okkum eina máltíð og síðani at leggja okkum dagin til rættis.
Í gjár veiddu vit bert á sjónum, so í dag skuldu vit royna tvinni vøtn nevniliga Vestmannsvatn og Ljósavatn.
Áðrenn vit tríggir sílafiskararnir fóru úr Føroyum, fingu vit eitt hint frá Ingvardi Ingvarsson um eitt stað tætt við flogbreytina á Akureyri. Her valdu vit at brúka eina løtu fyrst, tí tað lá á vegnum til tey bæði vøtnini. Men har var ikki bara bara at koma oman í fjørðuna, sum sæst á myndunum. Harafturat var sjógvurin í sera vánaligum standi, so vit royndu stutt uttan at fáa nakað.
Við Vestmannavatnið gekk væl, vit mundu verða fastir í umleið 30 sílum, flest smá, Men Hans Hjalti fekk eitt sera flott og stórt síl, sum mundi vera um 70 centimetrar til longdar og Ásmundur fekk eitt ið var yvir 40 centimetrar.
Ljósavatn gav faktiskt onki, fingu til samans eini fýra smá síl.
Dagurin hevur verið sera góður, veðrið hevur verið gott og sera lýtt.
Í morgin skulu vit tíðliga av húsum, tí nú skulu vit á Vestfirðir, sum í veruleikanum er málið fyri túrin hesa ferð.































