Feðgarnir Olaf og William West royndu norðanfyri við línu
Vit vóru á støð í morgun og har lá glastrevjabáturin Nakkur og landaði hjá NFCS.
– Vit fóru avstað um midnáttarleiti og hava roynt stutt norður úr djúpunum. Vit høvdu 9 stampar við og fingu góð 1.000 pund. Tað mesta er toskur og síðani nakrar hýsur, sigur Olaf West við Norðlýsið




