Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fingu nógvan brisling tætt undir landi

Jóhann Lützen

Eg vænti at vektin er eini 10 tons, segði ungi Daniel Eysturdal ein av monnunum umborð á glastrevjabátinum Vígdis Ólavsdóttir

Daniel Eysturdal, Jákup Eysturdal og Pól Eyðfinn Poulsen royndu í kvøld við nót uttan fyri Ánirnar. Og væl gekst. Teir fingu so nógv upp í glastrevjabátin Vígdis Ólavsdóttir, at teir máttu hava fatur í einum øðrum báti, Eldorado, at fá alt til hølvdar.

Vit vóru á støð nú í kvøld, har fitt av fólki var komið saman at síggja óføra fongin.