Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Finnbjørn Vang vinnari av Kjølur Open 2018

faroechess.com

Um vikuskiftið varð árliga Kjølur Open kappingin telvað í Klaksvík. Við vóru 13 telvarar, og telvaði vóru 7 umfør, harav trý tey fyrstu vóru kviktalv.

Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag, ið var ratingfavorittur, gjørdi bart og vann øll síni talv, og fekk sostatt 7 stig, fult stigatal.

Næstur honum varð Janus Skaale, eisini úr Klaksvíkar Talvfelag, við 5 stigum.

Á einum deildum 3. -4. plássið endaðu Tummas Martin Sólsker (Klaksvíkar Talvfelag) og Margar M. Berg (Havnar Telvingarfelag) við 4½ stigum.

Fyri Janus, og fleiri av hinum ungu telvarunum, ið vóru við í kappingini, var hetta ivaleyst góð venjing undan NM kappingini fyri skúlaungdóm, ið teir skulu luttaka í í Finnlandi, komandi vikuskifti.