Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Firmakapping í flogbólti: Seinasta freist at melda til er í kvøld

Jóhann Lützen

Mjølnir skipar fyri firmakapping í flogbólti leygardagin 15. oktober í Badmintonhøllini.

Byrjað verður kl. 10 og liðugt verður um kl 14. Talan verður um sokallað Mixvolley, tvs. á liðnum kunnu bæði kvinnur og menn leika. Tað kann bert ein leikari úr meistaradeildini leika á hvørjum liði. 

Vanligir flogbóltsreglar eru galdandi

Kostnaður 2.000 kr.

Melda til við at skriva til mjolnirklax@gmail.com ella ringja á 221991. Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 13. oktober. 

Vinnarin fær : Máltíð til alt liðið á Café Fríðu og atgongumerkir til alt liðið á FríðuTónar