Fishfacts skipar fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo í døgunum 9. til 10. juni 2020. Tað eru feðgarnir, Óli og Hanus Samró, ið eiga og reka talgilda pallin, Fishfacs.
– Vit skuldu eftir ætlan luttaka á fleiri messum í vár, herímillum Brússel Seafood Show, men alt varð avlýst, orsakað av Covid-19 kreppuni, sigur Hanus Samró, sølustjóri.
Ístaðin fyri at bíða, gjørdu feðgarnir av at skipa fyri heimsins fyrstu digitalu FishExpo.
Sí leinkju: https://www.youtube.com/watch?v=_0ipLj_lHbQ&feature=youtu.be
– Vit hava longu verið í sambandi við fleiri av okkara brúkarum, og móttøkan hevur verið ótrúlig. Allir, eg havi tosað við, hava váttað luttøku, sigur Hanus Samró, sølustjóri.
– Vit hava uppá lutfalsliga stutta tíð ment eina platform, ið líkist Linkedin/Facebook, men sum bara fokuserar uppá fiskivinnuna. Við øðrum orðum: vit knýta heimsins fiski- og tænastuvinnu saman á ein og sama pall, sigur Hanus Samró, sølustjórim at enda.
Fishfacts hevur 400 av størstu fiskiskipunum í heiminum sum brúkarar.
Les mera á www.fishfacts.com.




