Trolbáturin Fiskaklettur avreiðir 14.100 pund til NFCS í morgun. Línubáturin Kallanes, sum var norðanfyri á kantinum við 48 stampum, avreiddi 1500 pund í morgin.
Søgan er hin sama frá útróðrinum, nógv æti og nógv lív í sjónum, men fisk fangar línan ikki í løtuni. Men tó eru menn hugaligir og spentir, teir vænta fisk á grunninum tá kaldari veður verður.




