Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fiskidagar og útróðrarbátar í bólki 5

Sámal Petur í Grund

Havi ikki úttalað meg so nógv um fiskivinnulóggávuna sum er í gildi í løtuni, men roynt at eygleitt hvussu leikur fer. Men nú árið júst er hálvrunnið og bólkur 5B, (smáir útróðrarbátar), sær út til at vera steðgaður í sínum fiskaríði, gerst ovboðið.

Er tað nakað sum kann brynja seg við navninum “føroysk mentan”, so er tað júst fiskaríði í hesum bólki.
At hugsa sær til, at tað ikki skal vera loyvt at loysa frá landi við lítlum útróðrarbáti, sum hevur fiskiloyvi, og avreiða fong nú fiskurin er á vitjan á grunnum okkara.

Havi mangan sagt tað fyrr, og standi fast við tað: SMÁU ÚTRÓÐRARBÁTANIR EIGA BERT AT VERA AVMARKAÐIR AV VEÐRIÐ OG STREYMI!