Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskikapping við Eiðisvatn

Jóhann Lützen

Fríggjakvøldið verður vælumtókta fiskikappingin við Eiðisvatn aftur á skránni

Byrja verður fríggjakvøldið 30. juni kl. 18:00 og kappingin endar leygardagin 1. juli kl. 12:00, tá sílini verða vigað.

Steyp og gáva frá Pf. Jógvan Weihe verður latið fyri trý tey tyngstu sílini.

Fríggjakvøldið kl. 22:00 verður felagssangur í teltinum, har Eirikur Í Jákupsstovu, Løgtingsmaður, heldur røðu.

Møguleiki er sjálvandi fyri tjalding og KAMPING. Eisini er møguligt at keypa agn á staðnum.

Matur og drekka verður til keyps.

Kostnaðurin er 50 kr fyri børn og 150 fyri vaksin.

Vónandi verða tað, aftur í ár, nógv fólk ið leita sær niðan á Eiðisvatn hetta vikuskifti, til eitt tað hugnaligasta tiltaki í Føroyum.

 

Harleyfacadeacryl