Nú Bjørn Kalsø formliga er settur í starv sum fiskimálaráðharri, er einki at ivast í, at nógv fokus verður á honum úr Klaksvíkini, størsta fiskivinnubýi í landinum.
Ein skuldi trú, at politisku flokkarnir kappaðust um at seta fiskimálaráðharra úr økinum har størsta fiskivinnuvirksemið er, men tíðin hevur víst at so er ikki. Seinast ein fiskimálaráðharri var úr Klaksvík, var tá Eli Nolsøe, sáli varð settur sum fiskimálaráðharri í sjeytiárunum.
At vinnan hevur stóran áhuga í at fiskimálaráðharrin er úr fiskivinnuøkinum, bar móttøkan mikukvøldið í Skálanum boð um.
Áhugavert hevur verið at sæð, hvussu høvuðsstaðarpressan hevur hevur borið tíðindini um, at nýggjur fiskimálaráðharri er settur. Nærum yvir ein kamb hava høvuðstíðindini snúð seg um, um nú nýggi fiskimálaráðharrin var "reinur", onkur av miðlunum spurdi enntá eftir um tað var nóg gott, at hava bústað á Syðradali og í Klaksvík.
Pressan skal sjálvandi seta sínar kritisku spurningar og átala skeivleikar. Men í seinastuni hevur høvuðsstaðarpressan riðið so lágt at ilt er at koma longur oman uttan at fáa vátar føtur.
Vit hava fingið eitt nýtt stýri við einum nýggjum løgmanni. Hann hevur longu sent fyrsta landsstýrismannin til hús orsakað av at hann metti at landsstýrið ikki hevði fingið arbeiðisfrið fyri fortíð fyrrverandi fiskimálaráðharra.
Tað er at vóna at hetta ikki gerst dagligur kostur hjá løgmanni, at senda landsstýrismenn til hús, sum hann sjálvur hevur sett í starv eftir innstilling frá teim ymsu flokkunum.
Tað er ein sannroynd, at tíðirnar fyri framman ikki vera eins góðar og tey seinastu nógvu árini, og ikki minst tí hava vit brúk fyri einum sterkum løgmanni og einum arbeiðisførum landsstýri. Tað er tí at vóna at landsstýrið eftir hetta fyrsta nosið fer til arbeiðis og við løgmanni á odda skapar sær sjálvum arbeiðisfrið.
Pressan er ein partur av statsmaktini, men minni enn so sannleikin sjálvur.




